HM tipping: Tippararnir eru ósamdir um, hvussu dagsins dystir fara at enda í HM kappingini.
HM tipping: Tippararnir eru ósamdir um, hvussu dagsins dystir fara at enda í HM kappingini.
Summar dagar hava flestu dystirnir greiðar favorittar, sum tippararnir oftast hava lættast við at velja. Men soleiðis er ikki í dag. Teir tríggir dystirnir – við undantaki av Belgia-Russland – kunnu allar fara báðar vegir sambært tipparunum. Tað eru bara 2 stig sum skilja nummar 1 og 3, so hesin dagurin kann fara at merkja broytingar í toppinum.
Ragnar Joensen grundgevur soleiðis fyri sínum tippingum í dag:
Belgia – Russland
Belgia fekk trý stig móti Algeria, men tað var ikki so ómakaleyst sum nógv høvdu roknað við. Russar høvdu ilt við at skjóta mál móti Suðurkorea, og vóru nær við at missa alt, tá Akinfeev misti bóltin í egið mál. Russar mugu fram á vøllin ímóti Belgia. Hóast Capello er hevur taktisk medvit sum fáur, hevur hann ikki tað leikaratilfeingi sum skal til. Belgia liggur omaná. 1-tal. (Odds: 2,10)
Suðurkorea – Algeria
Suðurkorea fekk eitt heldur heppi mál móti russum. Málið gav eisini eitt stig. Hinvegin vístu koreanar ikki serliga styrki. Algeria gav Belgia ein harðan dyst, og teir taptu kanska mest orsaka av at Belgia hevur ein breiðari hóp. Eg meti at Algeria, hóast ein óroyndan hóp, hava rættiliga góðar møguleikar at vinna. Eitt 2 tal. (Odds: 3,10)
USA – Portugal
Portugal fingu bank móti týskarum. Portugal mistu ikki bara stig, men eisini Pepe og Coentrao. C.Ronaldo er ikki 100% klárur og Hugo Almeida er ivasamur. USA fingu eitt flott úrslit móti Ghana, og síggja sær nú møguleikan at koma víðari. USA hava ikki tapt seinastu seks dystirnar. Á eini bylgju, sum USA eru á nú, ber nógv til. Tað ber eisini til at fáa eitt úrslit móti Portugal. Vit taka kjansin og seta USA at vinna. (Odds: 4,30)
Eg tippi í dag:
Belgia – Russland 1 (Odds: 2,10)
Suður Korea – Algeria 2 (Odds: 3,10)
USA – Portugal 1 (Odds: 4,30)
system 2/3
Eg satsi í dag:
USA-Portugal 1 (Odds: 4,30)
Hinir tippa
Kristian Joensen:
Belgia-Russland x
Suður Korea-Algeria x
USA-Portugal 2
Regin Sivertsen:
Belgia-Russland 1
Suður Korea-Algeria 1
USA-Portugal 2
Støðan:
1. Regin Sivertsen 16 stig
2. Kristian Joensen 15 stig
3. Ragnar Joensen 14 stig
Vinningur:
Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini er




