Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgætt, men ikki leingi

Hanus Kjølbro, Sjónám

Nú er høgætt – vindurin kemur í løtuni av útnyrðingi-norðuri. Vindferðin er sambært Landsverki 12-13 m/s í miðal fyri alt landið. Sum á øðrum ættum, so er eisini so óguliga ymiskt, hvussu meint hendan ættin rakar.

Nakað eftir nátturða í kvøld er vindurin minkaður eitt sindur, og ættin farin niður í útsynning-sunnan. Lágættin fer so at liggja til seint leygarkvøldið ella tíðliga sunnunáttina. Tá kemur høgættin aftur, men hon fer eftir øllum sólamerkjum bert at liggja til mánakvøldið ella týsnáttina.

Tað fer at vera váttligt veður í kvøld, í nátt og størsta partin av morgindegnum – saman við einum strúki í vindi, 12 til 15 m/s, úr útsynningi. Einki íslit fyrr enn annaðkvøld. Og tað verður ikki turt – ælingar fara at koma og fara.