Høgættin fer at liggja alla vikuna. Soleiðis sær tað út í løtuni.
Eitt lágtrýst liggur yvir leiðunum í ein útsynning úr Írlandi, og tað dregur luft til sín. Eisini kalda luft av Norðpólinum, sum so skal framvið Føroyum á veg suðureftir.
Lágtrýstið fer at standa í stað í nakrar dagar, og tað grynnist ógvuliga spakuliga. Tí fer luft at køla okkum úr ættunum ímillum landnyrðing og norðan. Vindferðin fer at liggja ímillum 5 og 10 m/s – ælingar fara at merkjast, meiri ella minni. Tað velst um, hvussu ættin skikkar sær á staðnum. Hitin fer at liggja um 4 til 6 stig hesar dagarnar. Tí fer avfallið at vera eitt bland av vátakava og regni.
Hósmorgunin fer lágtýstið ikki at røkka norður til okkara meira, men eitt annað kemur ímóti okkara leiðum norðaneftir. Tað er ikki so ofta, at tað hendir – helst er talan um eitt polert lagtrýst. Hvussu er ella ikki, so fer tað eisini at geva okkum eitt framhald av somu høgætt, júst sum tað eftir øllum at døma hevur verið dagarnar frammanundan.
5 dagar eru long tíð, tá ið talan er um veðrið og hvussu tað væntast at verða. Vit fáa at síggja….




