Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Høgættin kemur aftur í nátt

Hanus Kjølbro

Eftir gott og væl eitt samdøgur við meiri hita, rekur køld luft aftur ímóti Føroyum.

Hitamátarar Landsverks kring landið siga í kvøld frá hita frá frostmarkinum og nøkur stig uppeftir.

Eftir midnátt fer ættin at flyta seg úr eystri upp í móti norðuri – tá ið fólk fara til arbeiðis í morgin ári, eru 8 til 13 m/s av norðuri og ælingar í støðum við kava.

Út á fyrrapartin fer ættin vesturum til útnyrðing-norðan.

Nakrar tímar út á seinnapartin fer vindur at veksa, og tað verður tættari millum ælini. Klokkan trý eru 15 til 20 m/s í miðalvindinum. Hvirlurnar eru sjálvandi harðari.

Eftir klokkan 6 í annaðkvøld fer at minka aftur, og longri ímillum ælini.

Á midnátt eru 12 til 17 m/s.