Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Høgni Eysturoy er langtíðarskaddur

Jákup Ósá

Tað gongur helst long tíð, áðrenn B36 bakkurin spælir aftur.

27 ára gamli Høgni Eysturoy hevur líka síðani 2009 verið partur av besta liðnum hjá B36. Flestu árini hevur hann átt plássið á høgra bakki, har avrikini sum oftast hava verið sannførandi. Men ivasamt er, hvussu stóran leiklut Høgni fær í 2018. Ein álvarsamur skaði í lyskuni ger, at hann ikki hevur fingið vant enn og venjarin, Jákup á Borg, sigur við Norðlýsið, at Høgni spælir neyvan áðrenn summarsteðgin.

 

B36 hevur í vetur fingið tilgongd av høgra bakki á A-landsliðnum, Jónas Tór Næs, so liðið er væl fyri á júst hesum plássi. Men tá Jónas hevur verið við m.a í 2015, so hevur Høgni røkt onnur pláss eisini og uttan iva er tað ein smeitur fyri breiddina og møguleikarnar at seta liðið, at royndi leikarin má sita uttanfyri komandi mánaðirnar.

 

Høgni Eysturoy var í 2015 úttikin til A-landsliðið umframt, at hann í 2017 skeyt ársins mál, tá hann eftir hornasparksinnlegg skoraði móti KÍ. 

Harleyfacadeacryl