Eirikur í Jákupstovu trýsti á grøna knøttin og Hanna Jensen var ikki í tingsalinum, tá samgongan legði málið um “avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina” í hendurnar á Høgna Hoydal, sum nú einsmallur sleppur at gera av í kunngerð hvat gerast skal.
3. viðgerð av Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina (Víðkaðar heimildir at áseta reglur um avmarkandi tiltøk) varð samtykt í dag við 14 fyri og 9 ímóti.

Undan fundinum var serligur spenningur um hvat ávíkavist Eirikur í Jákupstovu og Hanna Jensen fóru at gera. Eirikur trýsti á grøna knøttin og Hanna Jensen var ikki í tingsalinum, tá atkvøðast skuldi. Hvørgin teirra tók orðið til triðju viðgerð í dag.
Við Norðlýsið segði Hanna Jensen, at hon hevði eina clearings-avtalu við Sambandsflokkin og tískil var hon ikki í tingsalinum tá atkvøðast skuldi.




