Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni gevur útvaldum bátum fleiri fiskidagar, meðan aðir missa

John William Joensen

Fyri fyrstuferð verður munur gjørdur á monnum tá fiskidagarnir verða skornir. Vanligt hevur verið at øll í skipanini hava verið skorðin eins í sama bólki, men nú verður gjørdur stórur munur á ymisku bátunum. Summir missa nógv, aðrir mundandi minni og nakrir missa einki, meðan nakrir útvaldir fáa fleiri fiskidagar enn teir hava í dag.

Fyri fyrstuferð verður munur gjørdur á monnum tá fiskidagarnir verða skornir. Vanligt hevur verið at øll í skipanini hava verið skorðin eins í sama bólki, men nú verður gjørdur stórur munur á ymisku bátunum. Summir missa nógv, aðrir mundandi minni og nakrir missa einki, meðan nakrir útvaldir fáa fleiri fiskidagar enn teir hava í dag.

Enn er fiskiárið 2016 ikki liðugt og tí skulu útrokningarnar hjá Norðlýsinum takast við eitt sindur av fyrivarni, tí fiskiárið 2015/2016 verður brúkt sum útgangsstøði hvussu Høgni Hoydal fer at býta út fiskidagar.

Fiskiárið endar um ein góðan mánað og flestu bátar eru í summarfrí, so tær metingar sum útrokningarnar byggja á skuldu verið á góðari leið.

Í § 29 stk.1. Har vanliga teir fiskidagarnir nýtast kunnu, komandi fiskiárið, plaga at standa, sær soleiðis út:

B2    5985 dg.      0%      niðurskurður

B3     1671 dg.     30%     “

B4A     720 dg.     30%     “

B4B     1071 dg.   30%     “

B4T       970 dg     30%    “

B5        8385 dg     15%    niðurskurður.

Samstundis leggur Høgni Hoydal fram eina lógarbroyting í § 29, so stk. 11,12,13&14, koma inn í lógina, soleiðis at Landsstýrismaðurin kann geva bátum dagar aftur, ein sokallaður ”buffari”.

Buffarin umfatar bólk3 & 4.

So bátar, ið raka loftið við brúktum døgum 2016/2017, kunnu eftir 1/12 -2016, fáa tilskrivaðar fleiri fiskidagar.

Samanlagt verður skerjing íroknað “buffaran” hendan:

B2 0%      skerjing 0      “Buffara”                           0%   skerjing

B3 30%        “       15%    “                Miðal             15%    “

B4 30%                  15%   “                    “                15%    “

B5 15%                    0     “                    “                15%     “

Skerjingin í miðal:

B2   0     skerjing                Havstovan mælti til        0   skerjing.

B3 15%       “                               “                         75%   “

B4A 15%     “                               “                         88%   “

B4B 15%     “                               “                         82%   “

B4T 15%     “                               “                         74%   “

B5 15%       “                               “                         75%   “

Sjálvt um skerjingin í miðal fyri B3, B4 og B5 eru 15%. So rakar hon við “buffarnum”, individuelt, rættuliga ójavnt, teir ymisku bátarnar, enntá í sama bólki.

Í B3, er spennið frá – 30% til + 15%. Bátur missir 35 fiskidagar, onkur annar fær 13 fiskidagar afurat.

Í B4A er spennið frá – 30% til +14% bátur missir 13-14 dg, annar fær ca. 10 dg. afurat.

í B4B fer tað frá – 30% upp til + 10-11% Bátur missir 43 dg.Onkur fær 10-11 dg afturar.

Onkur bátur, íð vanliga, hevur róð nógv út. Hevur fram til 1.dec., bert 40 fiskidagar. Men fær so eftir 1.dec. 24-25 dagar afturat, úr “Buffarnum”.

Í B4T, er spennið frá –30% til – ca 1%. Tann, íð missir mest, skal av við 44 fiskidagar. Tann í sleppur frægast. skal av við 1 til 1,5dg.

Verður hetta samtykt í løgtinginum, fáa nakrir útvaldir fleiri fiskidagar, onkur varðveitur sínar dagar meðan aðrir missa nógv.Vit mugu spyrja hvar rættartrygdin og rættvísi er í hesum sambandi. Órættvísa bítið av fiskidøgum kemur omaná býti av rættindum í samband við uppboðsøluna, sum júst hevur verið har nakrir fáir av verandi aktørum fóru avstað við øllum rættindunum.