Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni harmast um Karsten

John William Joensen

– Við at fara í Miðflokkin verður tað kristiliga gjørt til eina politiska handilsvøru og tað er harmiligt, sigur Høgni Hoydal formaður í Tjóðveldisflokkinum

– Eg má siga sum er at eg eri ótrúliga harmur um at Karsten hevur valt at fara úr Tjóðveldisflokkinum. Vit hava einki útistandandi okkara millum og persónliga ynski eg Karsten alt tað besta.



Blandingur millum tað andaliga og politiska

Formaður í Tjóðveldisflokkinum heldur tað vera sera óheppin signal sum Karsten og Jenis senda út.

– Við at fara í Miðflokkin so signalerar Karsten eisini tað sum formaður Miðflokksins hevur sagt, at tann andaliga sannføringini skal vera avgerandi fyri hvar ein stendur politiskt og tað er sera óheppið.

– Tjóðveldisflokkurin hevur altíð verið opin fyri øllum andaligum sannføringum umframt øðrum sannføringum og tað er sera týndingarmikið fyri fólkaræði.

– Tí heitti eg eisini á Karsten um at berjast fyri sínum sannføringum í Tjóðveldisflokkinum.

– Tað kann ikki vera rætt at vit í politiska orðaskiftinum bíta okkum sundur eftir tí sum vit eru sannførd um andaliga tí so fer orðaskiftið fullkomuliga av sporinum.



Ein missur fyri Norðoyggjar

Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum sigur at tað sjálvandi er ein missur fyri Norðoya Tjóðveldisfelag at Karsten Hansen ikki er við longur.

– Sjálvandi er tað ein missur fyri okkum at Karsten er farin úr flokkinum men eg vóni at norðoyingar framhaldandi fara at atkvøða eftir sínum politisku sjónarmiðum.

– Eg haldi at Norðoyggjar er eitt gott dømi um eitt valdømi sum hevur havt sera sterkt andslív í ymiskum samkomum, men hóast hetta so hava tey samstarvað um politisk mál og tað hevur virka væl. Skal ein fylgja Miðflokkinum so er vandi fyri at alt endar í einum ruðuleika og tað vóni eg ikki.