Kemur Tjóðveldi til valdi eftir komandi løgtingsval skal sambært dagførdu stevnumiðunum beinanvegin førast samráðingar við donsku stjórnina um skipan av føroyskum fullveldi og mandati til at fara undir hesar samráðingar hevur Tjóðveldi frá fólkinum tá fólkaatkvøðan var í 1946.
Kemur Tjóðveldi til valdi eftir komandi løgtingsval skal sambært dagførdu stevnumiðunum beinanvegin førast samráðingar við donsku stjórnina um skipan av føroyskum fullveldi og mandati til at fara undir hesar samráðingar hevur Tjóðveldi frá fólkinum tá fólkaatkvøðan var í 1946.
JWJ: Ein Sambandsmaður ummælir stevnumið Tjóðveldis í stuttum:
Í Tjóðveldi var lagt upp til eina endurreisn av fullveldis ætlanini, sum formaður flokksins varð pápi at hjá fullveldis samgongu sum gav upp anda fyri 11 árum síðan. Nógv var lagt fyri í Tjóðveldi tí samstundis sum “dagførdu stevnumið flokksins” høvdu ligið í ferðataskuni og bíðja eftir skotsku fólkaatkvøðuni, sum loysingarvongurin stóð til at vinna, varð avgerð tikin um at øll tingmanning flokksins skuldi verða í skotska høvuðsstaðnum, óiva tí at tað sambært veljarakanningum skuldi kunngerast at Skotland fór at loysa frá bretska samveldinum.
Hóast dagførdu sjónarmið flokksins vóru samtykt á flokkstingið longu 10. Mai 2014 varð bíða meira enn fýra mánaðar at almannakunngera. Strategiin hjá flokksleiðsluni var eyðsýnd, – nýggja kósin skuldi marknaðarførast saman við vantaða sigrinum hjá skotsku loysingar rørsluni.
Hetta var ein satsningur frá flokksleiðsluni tí hóast skotski stjórnarleiðarin undan fólkaatkvøðuni fekk eina hetju støðu so broyttist hendan støðan eftir nøkrum fáum náttartímum, tá tað bleiv eitt rungandi noy til loysing. Longu dagin eftir boðaði Skotski stjórnarleiðarin frá at hann legði frá sær og fráboðanin kom meðan stóra sendinevndin hjá Tjóðveldi enn var í Skottlandi.
Og spurningurin er um túrurin hjá Tjóðveldi til skotlands er eitt politiskt sjálvmál tá føroyingar neyvan hava gloymt leiklutin hjá Alex Salmond sum meir enn nakar annar var orðsøk til at ES setti handilstiltøk í verk móti Føroyum.
Heldur fast í fortíðini
Hóast nógv hevur verið gjørt burtur úr at flokkurin hevur tillagað stevnuskránna so stendur hetta ikki sørt í andsøgn til við fremstu orðini: “Stevna Tjóðveldisfloksins, sum varð samtykt á stovningarfundi 22. og 23. mai 1948, er ein tíðarleys stevna….. Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólkaatkvøðuni 14. september 1946….
Í fyrsta punktinum í “nýggju” stevnumiðunum verður sligið fast at fólkaatkvøðan í 1946 er bindandi hóast vit skrivað 2014 og sambært stevnumiðunum er ikki pláss fyri einari nýggjari fólkaatkvøðu har núlivandi føroyingar sleppa at avgera um Føroyar skal loysa ella ikki.
Undir teiginum Tjóðveldishugsjónin, verður sligið fæst at loyst verður sambært fólkaatkvøðuni frá 1946: … Einki út- lendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólka atkvøðuni 14. september 1946.…..
Undir teiginum “Skipað loysing” sigur Tjóðveldi at fólkaatkvøða verður um nýggja grundlóg – ikki spurningin um loysing ella samband.
Eftir at fólkafundir hava skipað Føroyum eina nýggja grundlóg og blokkurin verður settur á eina konto til uppsparing, og samráðingar um framtíðar samstarv við danir eftir at Føroyar eru skipaðar sum Tjóðveldi – verður ein endalig fólkaatkvøða um at boða altjóða samfelagnum frá at Føroyar eru ein tjóð.
Niðurstøðan er at Tjóðveldi ætlar sær at byrja samráðingar við donsku mynduleikararnar við mandati frá 1946 og ikki sum eitt nú skotar, sum sluppu at velja kósina, áðrenn hon varð sett út í korti.
Her átti flokkurin at framt eina broyting – tí at fara til samráðingar við einum mandati frá 1946 má metast at verða uppskrift til sera torførar fyri ikki at siga ómøguligar samráðingar.
Fiskivinnupolitikkurin o.a.
Ein uppboðssøla av veiðiloyvum hevur seinastu árini verði partur av stevnumiðunum, men hóast búskaparfrøðingar hava sagt at fyri at fáa nøktandi prís fyri fiskiloyvini er neyðugt at lata útlendingar sleppa at bjóða, so er stevnumiði púra greitt:
….. Útlendskur ognarskapur eigur ongan rætt í føroyska veiðiliðnum. Bert fyritøkur og einstaklingar, ið hava heimsstað í Føroyum og eru fult skattskyldug í Føroyum, kunnu taka lut og bjóða seg fram at gaggnýta føroysk fiski rættindi……
Stevnumiðini hjá Tjóðveldi eru ein alt ov nógv útgreina og fleiri einkisigandi útsagnir so sum….. Mentanarstovnar kring landið verða stuðlaðir….. økja óneyðugt um stevnuskránna.
Tilsamans 16.887 orðini og 2.700 linjurnar er ein alt ov útgreina uppskrift sum tekur støðu til enntá smámál sum hvussu bygdasøvn skulu skipast og at borivognur skal keypast til Landsverk….
Sigast skal tó at hesar 60 síðurnar eru góður lesnaður har breið semja óiva kann finnast um flestu málini, men fleiriferðir er talan um sera smámál sum fylla stevnumiðini.
Løgið fyri eina so detalieraða stevnu er at so at siga einki er at lesa um nøkur kristin lívsvirðir – hóast flokkurin hvørki tekur frástøðu ella knítir seg at teimum. Tað nærmasta ein kemur hesum er at løgtingið eigur framhaldandi at veita stuðul til Fólkakirkjuna sum ein siðbundnan landsstovn.
….Øll hava rætt til at útinna teirra egna trúarlív innan lógarinnar karmar, tó er føroyska fólkakirkjan ein siðbundin landsstovnur, sum framhaldandi verður rikin og stuðlað sambært løgtingslógum…
Høgni Hoydal hevur stjórna Tjóðveldi síðan 1998 og um tað er hetta sum ger at flokkurin heldur so fæst í fortíðini er nærliggjandi at hugsað.
Sambært seinastu veljarakanning stendur sitandi samgonga til at missa valdi, men spurningurin er um ein flokkur sum heldur fast í skjótt 70 ára gamalt mandat verður førur fyri at manna stjórn eftir eitt løgtingsval.
Dreymurin at endurreisa eina fullveldis ætlan sum áður hevur í samráðingum enda uttan úrslit gevur ikki besta útgangsstøði til eina berbara stjórnarætlan.




