Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Hoydal: Einki nýtt í teldupostinum

Høgni Hoydal

Her er ikki nakað nýtt í málinum ella nøkur avdúking. Eg havi greitt frá hesum í míni frágreiðing. Tað er ikki rætt, sum tit skriva, at eg havi biðið um at síggja allar umsóknir um flytingar av veiðiloyvum ella at vera partur av málsviðgerðini.

Sum áður greitt frá, havi eg í november 2015, biðið aðalstjóran um at verða kunnaður um flytingar av veiðiloyvum til tess at vita, um trupulleikar fóru at stinga seg upp í sambandi við svartkjaftafiskiskapin á heysti 2015.

Tey boðini eru so farin víðari til Vørn og leiðaran á Fiskivinnustovuni, um, at eg vil kunnast um umbønir um veiðiloyvi, sum hesin teldupostur vísir.

Hetta skrivi eg eisini í míni frágreiðing.

Sum tit eisini kunnu staðfesta í teimum skjølum, ið tit hava fingið innlit í, so eri eg ikki kunnaður um allar umbønir um flyting av veiðiloyvum, men havi fingið nakrar teldupostar við stuttari fráboðan um nakrar flytingar av veiðiloyvum. Havi ikki fingið innlit í málini ella verið partur av saksviðgerðini. Og eri heldur ikki kunnaður um trupulleikar ella havi tikið avgerð í hesum málum.

Vinarliga

Høgni Hoydal