– Rokið í Tinganesi seinastu dagarnar – har varðaløgmaður hevur roynt at undirminera mín myndugleika, sum løgmaður, fekk bikarið at flóta yvir og tí havi eg sent Tjóðveldi til hús, segði løgmaður fyri løtu síðan.
– Ein røð av hendingum har eitt stríðsmál hevur loyst annað av hevur ført til at javnaðarflokkurin ikki longur kann liva við støðuni sum hon er.
– Vit hava ábyrgd av samgonguni, men vit kunnu ikki standa modell til at trúvirði og virkismøguleikarnir í samgonguni verða skerdir.
– Avgerðin er so stór fyri meg at eg má líka sleppa at summa meg og so mugu vit síggja hvussu politiska telvingin síðani verður.
– Eg havi ikki valt at siga samstarvið við Miðflokkin upp, tí vit hava havt eitt sera gott samstarv við teir, og teir hava prógva at teir kunnu vera stjørnarberandi.
– Men um Miðflokkurin ella Javnaðarflokkurin endað uttan fyri politisku telvingina – sum verður nú – veit eg ikki.




