Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Hoydal heldur áfram at siga ósatt

Jacob Vestergaard

Stutt eftir at Høgni Hoydal var blivin landsstýrismaður, gav hann boð um, at hann skuldi hava fráboðan, hvørja fer Vørn fekk umbøn um flytan av veiðiloyvum. Hetta sæst í innanhýsis telduposti í Vørn, dagfestur tann 13. nov. 2015.

Stutt eftir at Høgni Hoydal var blivin landsstýrismaður, gav hann boð um, at hann skuldi hava fráboðan, hvørja fer Vørn fekk umbøn um flytan av veiðiloyvum. Hetta sæst í innanhýsis telduposti í Vørn, dagfestur tann 13. nov. 2015.

Við hesum setur Høgni Hoydal Vørn undir “umsiting”. Tí er ivasamt um Høgni við røttu, kann siga, at tað er Vørn, sum flytur veiðiloyvir. Hetta er ein “óheppin” samanblanding, tí Fiskimálaráðið er samstundis kærumynduleiki í slíkum málum.

Vørn gjørdi eftir boðunum, og sendi Høgna Hoydal fráboðan, hvørja fer umbøn kom um flytan av veiðiloyvum. Tann 30. juni 2016 fekk Høgni Hoydal fráboðan um, at veiðiloyvið hjá Helenu, varð flutt á Slættaberg. Øll sum hava eitt sindur av innlitið í fiskivinnuna, og í øllum førum ein landsstýrismaður, vita, at Helena er eitt línuskip og Slættaberg er eitt ídnaðarskip. Høgni Hoydal, sum hevði givið boð um at fáa fráboðan um allar flytingar av veiðiloyvum, lat ikki við seg koma, tá hann fekk fráboðanina 30. juni 2016.

Líka síðan eg reisti málið um flytingar av veiðiloyvum hjá línuskipum á ídnaðarskip, hevur Høgni Hoydal runnið undan ábyrgd og sagt ósatt, í royndini at draga málið út. Tá tað hevur víst seg ikki at bera til, hjá honum at skylda uppá Vørn og umsitingina í Fiskimálaráðnum, blandaði hann meg uppí málið í útvarpstíðindunum í gjár.

Eg skal tí koma við einari stuttari gjøgnumgongd av málinum, soleiðis sum eg minnist tað.
Á heysti í 2011, tá m.a. Høgni Hoydal var stuðul hjá “Makrelsamgonguni”, broytti Johan Dahl ásetingarnar soleiðis, at línuskip, sum einasti bólkur í fiskidagaskipanini, kundu verða skift út uttan støddaravmarking. Tá eg bleiv landsstýrismaður aftur og makrelfiskiskapurin byrjaði í 2012, blivu veiðiloyvir hjá línuskipum flutt á ídnaðarskip, sum so fiskaðu makrelkvotuna hjá línuskipunum.

Umsitingin í Fiskimálaráðnum metti, at Fiskimálaráðið ikki kundi noktað slíkum flytingum, og tað helt eg meg til. Longu árið eftir, í 2013, bleiv hetta broytt, tí eg helt tað ikki verða rætt, at ídnaðarskip fiskaðu makrelkvotuna hjá línuskipum. Høgni Hoydal, sum í 2012 var í andstøðu, kærdi alla viðgerðina viðv. makrelkunngerðini til Landsstýrismálanevndina. Høgni Hoydal var rættiliga hvassorðaður. Um somu tíð var eg eisini kærdur til Løgtingsins Umboðsmann (LUM). So mitt í allari tilgongdini, at vinna tjóðini størri makrelkvotu, skuldi eg fyrihalda meg til kærur, bæði til Landsstýrismálanevndina og LUM.

Landsstýrismálanevndin viðgjørdi kæruna frá Høgna Hoydal í eitt ár, men kom ikki við nakrari frágreiðing/niðurstøðu. Kæran var tikin aftur og víst var til, at LUM viðgjørdi øll viðurskiftini kring makrelkunngerðina og makrelfiskiskapin í 2012. Tann 10. des. 2014, 9 mánaðir eftir at vit høvdu vunnið makrelstrýðið og gjørt søguligu makrelavtaluna, kom LUM við sínari niðurstøðu. Álitið kann síggjast á www.lum.fo. Ein av niðurstøðunum hjá LUM var, at tað ikki var heimild at flyta veiðiloyvi hjá línuskipum á ídnaðarskip.

Eg fekk eina álvarsliga átalu frá LUM. KVF var á gosið og Høgni Hoydal fekk “fría mikrofon”. Eg luttók í kjaki í sjónvarpinum (sí brot úr kjakinum niðanfyri) og KVF fór undir at gera eina sendirøð, sum skuldi avdúkað óskilið í Fiskimálaráðnum. Sendirøðin bygdi bert á leysar pástandir og ósannindir, og kundi ikki avdúkað nakað óreglusemið yvirhøvur. Tá álitið kom frá LUM, hálvt triðja ár eftir at eg var kærdur, høvdu føroysk skip fiska makrel bæði í 2013 og 2014, har tað ikki var loyvt at lata ídnaðarskip fiska makrel við loyvum frá línuskipum.

Flytingar frá einum líniskipi til annað línuskip hildi áfram. M.a. kom nýggi Klakkur, sum var størri enn gamli Klakkur, í flotan. Í jan. 2015 skuldi fristilíniskipið Eivind koma í flotan. Tá noktaði Vørn at flyta veiðiloyvið av einum minni líniskipi á Eivind, vísandi til álitið frá LUM. Málið var kært til Fiskimálaráðið, sum gav kæraranum viðhald, vísandi til nýggju mannagongdina at flyta veiðiloyvi ímillum línuskip, sum dømi við Klakki. Flytan av veiðiloyvum ímillum líniskip er ikki tað sama sum at flyta veiðiloyvið hjá einum líniskipi á eitt ídnaðarskip. Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, skar hetta út úr papp í útvarpinum í ónsdagin.

Høgni Hoydal lurtar heldur ikki eftir aðalstjóranum. Hevði hann gjørt tað og verið sannorðaður, hevði hann ikki drigið meg inn í málið.

Høgni Hoydal HEVUR handlað í heimildarloysi. Tað serliga í hesum málinum er, at Høgni VISTI, at hann handlaði í heimildarloysi.

Høgni Hoydal stendur ongantíð til svars fyri nøkrum sum helst. Hann hevur ongantíð skyldina og tekur tí ongantíð ábyrgd. Tá so er, kann hann heldur ikki taka avleiðingarnar, sambært honum sjálvum.

Tað má vera greitt fyri teimum flestu, at Høgni Hoydal ikki maktar uppgávuna at vera fiskimálaráðharri. Trupuleikin er, at Høgni finnur ikki útav tí sjálvur. Tað ber so ikki til at lúgva seg burtur úr tí longur.

Sí VIDEO her