Bjørn á Heygum advokatur sigur, at tað sýnist ikki at Høgni Hoydal hevur forbrotið seg móti stýrisskipanarlógini. Tá hann onki kennir til málið og ei heldur persónliga hevur luttikið í – ella sagt gott fyri nøkrum ólógligum handlingum

Bjørn á Heygum, advokatur, er ikki sannførdur um at landsstýrismaðurin hevur brotið stýrisskipanarlógina.
-Tað sýnist ikki, at hann hevru forbrotið seg, tá hann onki kennir til málið, og ei heldur persónliga hevur luttikið í – ella sagt gott fyri nøkrum ólógligum handlingum.
– Ei heldur er tað enn prógvað, at hann hevur logið – hann hevur eftir øllum at døma ikki vitað betur!
– Hann hevur tvørturímóti tikið tað til eftirtektar, sum komið er fram, og er hetta meira enn hvat aðrir landsstýrismenn hava gjørt í somu støðu, tá okkurt óregluligt er komið undan kavið – tí í flestu førum vilja teir ikki viðganga nakað sum helst – og vita av, at teir sleppa við hesum – tí politiska skipanin verjir seg sjálva!.
So fyribils – ongin grund er til at leypa framav, og krevja hann frá, ella seta fram misálitisváttan ella tílíkt..