Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Hoydal leggur frá sær

Tjóðveldi

Tjóðveldi samtykti upp undir fólkatingsvalið í 2015, at eitt tjóðveldisumboð ikki fór at at sita á bæði løgtingi og fólkatingi í senn, men at skiftast kundi ímillum við farloyvi, um talan var um løgtingsvald umboð.

Tjóðveldi samtykti upp undir fólkatingsvalið í2015, at eitt tjóðveldisumboð ikki fór at at sita á bæði løgtingi og fólkatingií senn, men at skiftast kundi ímillum við farloyvi, um talan var umløgtingsvald umboð.

 

Tað er síðani staðfest skrivliga, at farloyviverður ikki givið frá Fólkatinginum til varafólk á fólkatingi.

 

Tjóðveldi hevur í summar verið í tí støðu, atsami persónur hevur sitið á fólkatingi og á løgtingi í senn.

 

Henda støðan er sera óheppin fyri flokkin, ogskal fáast í rætt lag í samsvari við tað, ið vit hava samtykt og boðað frá.

 

Tí hevur Høgni Hoydal, sum er valdurfólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, gjørt av at boða Fólkatinginum frá, at hanntekur ikki aftur við fólkatingssessinum í hesum valskeiði.

 

“Við hesi loysn fái eg framt tað, at vit haldaokkara samtyktir um, at sami persónur ongantíð situr í tveimum sessum í senn,og at farloyvi skal takast úr øðrum tinginum,” sigur Høgni Hoydal, formaður íTjóðveldi.

 

“Eg eri komin til ta niðurstøðu, at hendaloysnin er tann besta fyri flokkin, soleiðis at ongi nýggj ivamál og støðurtaka seg upp í sambandi við okkara ynski og samtyktir um at røkja teirálitissessir til fulnar, ið vit hava fingið frá veljarunum.”

 

Havi sjálvsagt umhugsað støðuna gjølla. Eg ogflokkurin fingu jú stóra undirtøku á fólkatingsvalinum, sum eg eri seratakksamur fyri. Tó hevur tað leingi staðið greitt, at av tí, at eg eri landsstýrismaður,floksformaður og ein av samgonguleiðarunum, brúki eg alla orku í Føroyum viðteimum stóru politisku málum, ið eru fyri framman, og fari ikki at røkjafólkatingssessin.”

 

Magni Arge hevur boðað frá, at hann tekurfarloyvi úr Løgtinginum frá í dag at rokna.