Í gjár vóru umboð fyri Tjóðveldi á fundi við landsstýrismannin í Fiskivinnumálum og hóast formaðurin í Tjóðveldi heldur tað verða burturvið at samgongan, sum einki hevur gjørt fyri at finna semju um eina nýggja skipan fyri høvuðsvinnuna, nú beint undan løgtingsvali ætlar at skunda eina ella aðra semju ígjøgnum løgtingið, sigur at Tjóðveldi tekur samráðingarnar í fullum álvara. Vit mæltu til á fundinum í gjár at allir flokkar sótu við borið í senn og at umboð fyri vinnuna, manningarfeløg o.o. sum varða av fiskivinnuni eisini verða hoyrd. Samstundis taka vit samráðingarnar í størsta álvara, tí vit halda tað hevur alstóran týdning fyri vinnuna og alt samfelagið at vit fáa eina nýggja skipan.

Formaðurin í Tjóðveldi var í gjár á fundi við Landsstýrismannin í Fiskivinnumálum har evni var ein nýggj skipan fyri fiskivinnuna.
– Tað er sera trupult at verða til samráðingar uttan at hava eina støðulýsing av fiskivinnuni sum m.a. greiddi frá hvussu eigaraskapurin er í vinnuni í dag o.so.fr… Landsstýrið átti at havt eina støðulýsing sum gav politisku skipanini og almenninginum eina greiða vitan um tað sum er mest grundleggjandi fyri at luttaka í orðaskiftinum.
– Eg kann ikki siga nakað um tað sum var sagt á fundinum, men sjónarmiðini hjá okkum eru væl kend. Vit vilja hava eina skipan har spekulatiónin við veiðiloyvum verður steðga, har somu treytir eru galdandi fyri tey sum vilja sleppa framat fiskivinnuni, tað skal verða lættari hjá nýggjum aktørum at sleppa framat so alt ikki endar hjá nøkrum heilt fáum.
– Fyri Tjóðveldi er umráðandi at fiskivinnan er í føroyskum hondum og rættindi hjá teimum sum arbeiða í vinnuni skulu verða tryggjaði við føroyskum sáttmálum, samstundis sum tað skal tryggjast at verkamaðurin ikki rindar fyri veiðiloyvir ella tilfeingisgjøld. Harafturat hevur tað alstóran týdning at skipanin tekur hædd fyri hvussu vit umsita fiskastovnarnar.
Eg kann sum sagt ikki siga hvat samgonguumboðini søgdu á fundinum, men vit taka samráðingarnar í álvara og sjálvt um vit nærkast einum løgtingsvalið hevur tað stóran týdning at vit fáa fastar og tryggar karmar fyri høvuðusvinnuna, sigur Høgni Hoydal.