Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Madsen verður verandi í KÍ

John William Joensen

Í gjár undirskrivaði Høgni Madsen sáttmála við KÍ

Allan Joensen, sum er ábyrgdarfólk fyri fótbólt sigur at arbeiði við at tryggja leikarahópin komandi ár gongu væl.

– Vit arbeiða støðugt við at fáa sáttmála við allan 1.deildarhópin. Hóast vit ikki enn hava skriva undir við allar sum vóru í hópinum í fjør so hava vit munnligar avtalur og fara at skriva sáttmála fyrsta dagin.

Høgni verður verandi.
Allan Joensen sigur at teir eru sera glaðir fyri Høgna og tí var tað ein frøði at seta undirskriftina á sáttmálan.
– Vit eru væl nøgdir við Høgna og tað arbeiði sum hann hevur gjørt fyri felagið í fjør.
– Hann hevur nakrar týdningarmiklar eginleikar, sum sterkan bardaga hug og rættan innstilling til tingini.

Fleiri leikarar?
– Vit eru í sambandi við leikarar og tað verður uttan iva onkur nýggjur leikari umframt verandi leikara hóp.
– Men í løtuni er rættuliga óvist um talan verður um nakran útlending.

Tað eru Allan Joensen, (nevndarlimur) og Petur Simonsen (stjóri í smáparafelagnum KÍ) sum standa fyri arbeiðinum at samráðst við leikarar.