Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Høgni og Aksel villeiddu enn einaferð í Løgtinginum

Hanus Hansen

Undir orðaskiftinum fríggjadagin um sjófangi, førdu teir báðir Aksel og Høgni millum annað fram, at nýggja fiskivinnuskipanin ikki fór at raka Barentshavið so hart, sum millum onnur eg aftur og aftur havi víst á.

Teir søgdu seg ikki skilja, hví nýggja skipanin skuldi verða nakar trupulleiki fyri endurnýggjanina av verksmiðjutrolararunum í Barenthavinum. Báðir hildu upp á, at tá avtala varð gjørd at byggja seinasta Skálaberg í 2001, var kvotan í Barenthavinum bara umleið 11.000 tons, tvs. at hon var munandi minni enn kvotan næsta ár, sum verður umleið 27.000 tons.

Men hesi uppáhald hjá Høgna og Aksel eru langt frá veruleikanum. Bæði so og so. Tonsatalið var hægri enn teir siga, tað vóru sera góð útlit, tað var stabilitetur, ein visti hvat man hevði, og tað var einki veiðigjald.

Kvotan um tað mundi, tá byggisáttmálin varð undirskrivaður, var hægri enn 11.000 tonsini, sum Høgni og Aksel bera fram, hon var umleið 13.500 tons bara í Barentshavinum. Harumframt høvdu verksmiðjutrolararnir umleið 4.000 tons av kongafiski í Irmingahavinum og høvdu møguleika at fiska kongafisk í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar. Eisini var møguleiki at fiska nakað í Grønlandi. Tað vil siga at samlaða kvotan hjá verksmiðjutrolarunum tá var umleið 18.000 tons og ikki 11.000 tons, sum varð upplýst fyri Løgtinginum. Toskaprísurin var so lágur, at tað hesi árini loysti tað seg líka so væl at fiska kongafisk, sum tosk í Barentshavinum. 

Nógv tann týdningarmesta fyritreytin fyri avgerðina um nýggjan Skálaberg var, at vit hildu at kvotan fór at hækka, og vit arbeiddu tá undir einari politiskt stabilari skipan, har vit vistu, at vit høvdu rætt til kvotuna, so stór sum hon nú einaferð fór at verða frameftir. Loyvini vóru ikki uppsøgd, eingin uppboðssøla var og einki veiðigjald.

Kvotan hækkaði eisini, men nakað annað er, at hóast kvotan tey árini vit høvdu Skálaberg í miðal var 23.000 tons í Barentshavinum og Irmingahavinum tilsamans, fingu vit ikki nýggja skipið at bera seg.

LES MEIRA HER