Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Høgni spyr um flyting av makrelkvotu til 2021

Jóhann Lützen

Munnligur fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, viðvíkjandi at flyta makrelkvotu til 2021

Høgni Hoydal spyr soleiðis við hesum viðmerkingum. 

 

1.     Hvussu nógv av føroysku makrelkvotuni fyri 2020 er eftir at fiska – í tonsum og í prosentum?

 

2.     Hvussu nógv er eftir hjá teimum skipum/reiðaríum, sum hava eginkvotur – í tonsum og í prosentum?

 

3.     Um meira enn 10% eru eftir, tá ið árið er runnið, hvussu ætlar landsstýrið tá at loysa avbjóðingina við kvotunum til vinnuligar royndir og verkætlanir, sum ikki eru avgreiddar í 2020? 

 

Viðmerkingar:

Í strandalandavtaluni um makrel millum Føroyar, ES og Noreg er ásett, at 10% av kvotuni kunnu flytast yvir um ár.

 

Tey skip/reiðarí, sum hava eginkvotur, hava rætt at flyta 10% av síni kvotu millum ár.

 

Samstundis vita vit, at makrelveiðan hevur verið heldur øðrvísi í ár, og at føroyska makrelkvotan ikki er uppfiskað.

 

Landsstýrismaðurin hevur júst boðað frá, at kvoturnar til vinnuligar royndir og verkætlanir fyri 2020 verða ikki avgreiddar í ár, men skulu flytast til 2021.

 

Tí er týdningarmikið at vita, hvussu nógv er eftir at fiska av føroysku makrelkvotuni, og hvussu nógv er eftir hjá teimum skipum/reiðaríum, sum hava eginkvotur.

 

Og hvat landsstýrið ætlar at gera við kvoturnar til vinnuligar royndir og verkætlanir, um meira enn 10% av kvotuni eru eftir, tá ið árið er runnið.

 

 

Á Løgtingi, 18. november 2020

 

Høgni Hoydal