Høgni Waag Høgnesen hevur givið út bókina, “Mín lívsleið”, ið er ein bók, sum skal gera tað lætt at skriva sína lívssøgu. Hósdagin kl. 19.00 fer hann at greiða frá um bókina, hvussu hon kann nýtast, og signera.
Í bókini ber til at savna saman øll minnir, ið vit ofta gloyma at práta við okkara avvarðandi um. Søgur um góð minnir úr barnaárunum, hvar fyrsta arbeiðsplássið var, og hvat fyrsta lønin bleiv brúkt til.
Her kunnu savnast søgur og hugleiðingar, sum hava ómetaliga stórt virði, men sum í gerandisdegnum ofta verða gloymd. Við hesi bók verður tað lætt at festa alt hetta niður á blað og harvið altíð kunna minnast aftur á hesar hendingar – til gagns fyri bæði teg og tíni avvarðandi.
Í bókini er pláss til at seta persónligar myndir í, soleiðis at bókin vísir eina áhugaverda lívssøgu, bæði í myndum og teksti. Við útgangsstøði í hesum ber til brúka bókina sum íblástur til samrøður og prát um, hvat vit hava lært og upplivað ígjøgnum eitt langt og spennandi lív.
Sostatt er bókin ein uppskrift upp á at gera tað lætt og einfalt at blaðfesta sína lívssøgu.
Høgni greiður frá bókina í Alfa Bókhandli hósdagin kl. 19.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.



