Eins og gandakallurin kann hála eina kanin upp úr tóma hattinum, soleiðis skuldi Búskapargrunnurin brúkast til at hála ein milliard upp úr einum tómum kassa.
Tingið feldi í farnu viku eitt uppskot frá Tjóðveldi og Miðflokkinum um at stovna ein búskapargrunn. Talan er um ein gamlan kenning, sum fyrstu ferð sá dagsins ljós meðan fullveldislandsstýrið sat. Grunnurin skuldi tá fíggja sokallaðu skiftistíðina, meðan flutt varð yvir til “sjálvberandi búskap”.
Uttanlandsnevndin fekk í tí sambandinum, frá landsstýrinum, eina sokallaða ”framskriving av landskassa og búskapargrunni”, sum skuldi vísa, hvussu landskassin kundi gera seg leysan av donsku heildarveitingini við hjálp av Búskapargrunninum. Men framskrivingin var eitt stórt bluff-nummar øll sum hon var.
Ein milliard upp úr hattinum
Tað fyrsta sum skuldi henda við Búskapargrunninum var, at ein milliard krónur skuldu flytast úr landskassanum yvir í Búskapargrunnin. Hetta sást á roknistykkinum fyri Búskapargrunnin (sum sjálvsagt bleiv eina milliard krónur ríkari), men tað sást ikki á roknistykkinum fyri landskassan, at hann bleiv eina milliard fátækari. Tey eftirfylgjandi árini skuldu pengar so flytast yvir aftur í landskassan, so hvørt sum heildarveitingin úr Danmark minkaði. Men nú sást tað knappliga á báðum roknistykkjunum, at pengar komu í landskassanum so hvørt sum teir minkaðu í Búskapargrunninum.
Við at flyta eina milliard aftur og fram millum landskassan og búskapargrunnin (og bara telja landskassans part annan vegin) bleiv landskassin (í hvussu so er á pappírinum) eina milliard krónur ríkari. Soleiðis bar til at fáa roknistykkið at hanga saman. – Yvirskot hvørt ár, og eingin legði til merkis, at ein milliard bleiv burtur. – Hokuspokus, filiokus!
Ein grunnur framleiðir ikki pengar
Tjóðveldisflokkurin var so glaður fyri hetta roknistykkið, at flokkurin sendi eitt lesarabræv til bløðini við yvirskriftini “Tað ber til”. Í lesarabrævinum varð víst til roknistykkið, sum var eitt slag av “prógvi” fyri, at vit kundu sleppa okkum av við heildarveitingina, uttan at landskassin fekk undirskot av teirri orsøk. Síðani hava vit ofta hoyrt búskapargrunnin verið nevndan sum amboðið, ið skal tryggja okkara búskap.
Sjálvandi kann tað vera skilagott at hava ein grunn at goyma pengar í (serliga um vit eiga pengar at leggja í grunnin). Men vit eiga ikki at brúka ein grunn til at villleiða fólk við, og so skulu vit eisini minnast til, at ein grunnur framleiðir ikki pengar.
Ivasamar inntøkur
Í uppskotinum sum tingið feldi í farnu viku stóð, at inntøkurnar til grunnin skuldu koma frá kolvetnisvinnuni (har er framvegis einki at heinta), frá avlopi landskassans (sum í løtuni hevur stórt undirskot), frá einskiljingum av almennum partafeløgum (hóast einki verður einskilt í løtuni), frá blokkstuðlinum (sum uppskotsstillararnir ynskja har piparið grør) og so frá tí, sum alt hetta kastar av sær (og tað kastar einki av sær, tí tað er bara til á pappírinum).
Eg taki fult undir við tankanum um at hava ein búskapargrunn, men hann ger onga nyttu, um eingir pengar eru at seta í hann, og tað nyttar heldur ikki at skriva seg fram til eina milliard, sum ikki er til.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður




