Eftir at Norðlýsið spurdi aðalstjóran í Mentamálaráðnum og stjóran í KVF om hvussu ásetingarnar í KVF sáttmálanum um at hava tvær atskiltar redaktiónir vóru tryggjaðar, fingu vit teldupost frá einari álítandi keldu har sagt verður, at “holdningurin hjá KVF til sáttmálan við landsstýrið er “fullkomiliga hol í høvdi”
Eftir at Norðlýsið spurdi aðalstjóran í Mentamálaráðnum og stjóran í KVF om hvussu ásetingarnar í KVF sáttmálanum um at hava tvær atskiltar redaktiónir vóru tryggjaðar, fingu vit teldupost frá einari álítandi keldu har sagt verður, at “holdningurin hjá KVF til sáttmálan við landsstýrið er “fullkomiliga hol í høvdi”
Í sáttmálanum við landsstýrið sum stýrið og leiðslan í KVF og Landsstýrismaðurin hava undirskrivað stendur m.a.:
Tað skal vera tryggjað í leiðslubygnaðinum hjá Kringvarpi Føroya, at í minsta lagi tvær tíðindaredaksjónir (ein fyri útvarpsmiðilin og ein fyri sjónvarpsmiðilin) virka óheftar av hvørji aðrari hvønn dag, og at redaktørarnir á tíðindaredaksjónunum hava ábyrgd av tíðindadegnum og leiða redaksjónsfundirnar.
Stjórin í KVF svarar m.a. soleiðis fríggjadagin:
…….. uppáhaldið, at KvF arbeiðir sum ein tíðindaredaksjón, meta vit ikki vera rætt. Men tað slepst ikki undan, at tá tríggjar redaksjónir arbeiða og húsast undir somu deild, so verður samstarvað heldur enn mótstarvað.
Men redaksjónirnar eru mannaðar við hvør sínum hópi og hvør sínum redaktøri, sum skipar fyri redaksjónsfundum, har gerandisdagurin og tíðindameldurin verða samskipað…..
Seint sunnukvøldið
fekk Norðlýsið teldupost frá vælvitandi keldu í KVF har tað verður sagt at leiðslan í KVF beinleiðis og við vilja heldur ikki sáttmálan:
…men tað hann ikki nevnir er at ÚF-redaktørurin í dag kann vera DV-redaktørur í morgin – tað sama kunnu tíðindafólkini. Tað er eisini eitt ynski at tann sum er úti og ger td DV-innsløg eisini er tøkur at gera innsløg til ÚF. Hasin holdningurin hjá teimum er fullkomiliga hol í høvdi – tað ljóðar sum sum tú hevur ein redaktør/journalist har tú slettar minni aftaná arbeiðstíð, og so installerar man nýtt minni dagin eftir tá hann er á hini deildini……..
Vit hava biði mentamálaráðið og KVF viðmerkja hetta seinasta.




