Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Holmgongan bæði long og áhugaverd

Oliver Joensen

Við spenningi var sæð fram til holmgonguna í kvøld í Skúlanum á Skúlatrøð har høvdingarnir, núverandi fiskimálaráðharrin Høgni Højdal og undangongumaður hansara í fiskimálaráðnum, Jacob Vestergaard, hittust til dyst.

Dysturin varð stýrd av útvarpsmanninum Jón Brian Hvidtfeldt. 

Holmgongan var útvarpað, so tað skulu vit ikki koma nærri inn á her, uttan, at ein sat kanska eftir við, at landsstýrismaðurin i Fiskimálum kanska brúkti ov nógv politiskt uttanumtos, tá talan kom inn á framtíðar fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni. 

Feiri fyrispurningar komu eisini úr salinum. Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt, at tað uppboðsøluætlaninar fóru at vera eitt niðurlag fyri útjaðarin í Føroyum. Ført var nevniliga fram, at peningurin sum higartil er komin inn fyri sølu av rættindum í Barentshavinum, er farin beinleiðis til at fíggja skattalættan hjá verandi samgongu. Tikið verður úr vinnuni til stóra pott hjá landsstýrinum, og tað var hildið at fara at vera eitt bakkast fyri økið uttanfyri høvuðsstaðin.

Høgni Hoydal sýntist eitt sindur skakkur av felagnum trolskip, sum bjóðaði honum øll skipini fyri 50 miliónir. Í byrjanini helt hann tað vera ein grov provokatión. Men á fundinum bleiv undirstrikað, at hetta var eingin provokatión, vildi Høgni gjalda, so vildu eigararnir selja, soleiðis at teir blivu leysir av skipunum, tí teir sóu sær ongar møguleikar undir teim viðurskiftum, sum lógu til grund fyri komandi fiskivinnupolitikkinum.

Reiðaran og skiparan, Líggjas Johannesen, skilti Høgni Høydal als ikki.

Hinvegin bleiv landsstýrismaðurin við at undirstrika sína góðu ætlanir við fiskivinnuni og vissaði um, at landsstýrið sjávandi einans vildi fiskivinnuni tað besta.

Vit fara her at gera meira við hetta kjakið frameftir.