Christian L. Holst gevst næsta summar í Silkeborg.
Í 5 ár hevur Christian L. Holst verið partur av besta hópinum hjá Silkeborg. Men komandi summar gongur sáttmálin út, og tá ætlar hann at spæla í økinum kring Keypmannahavn vegna familju orsøkir, skrivar bold.dk. Heimasíðan skrivar, at Christian L. Holst enn ikki hevur útpeikað, hvat nýggja felagið verður.
Christian L. Holst hevur skorað 43 mál í 163 dystum fyri Silkeborg.




