Nú kavin liggur um landið er vanligt at síggja harur nærkast húsum og leygardagin rann hendan á tunnelvegnum.
Ein skuldi kanska sagt á tunnilsvegnum – men millum mannað er vegur betur kendur sum Tunelvegurin – og leygardagin var hendan háran komin oman á vegin at leita sær eftir føði.
Í fyrstuni tykist hon spøk – ræddist ikki bilin – men tá vit royndu at fanga hana tók hon beinini uppá nakkan.
Upp um bilverjuna og so spolandi niðan í hagan aftur.




