Stjørnan skuldi taka ímóti Tjaldrinum í kvøld, men sum skilst fekk Tjaldrið ikki manna lið og tí játtaði Stjørnan at útseta dystin.
Sum Norðlýsið skilir, so var støðan hjá Tjaldrinum rættuliga kaotisk ídag. Tjaldrið setti sær ikki føri fyri at møta upp til dystin í KÍ-høllini í kvøld orsakað av innanhýsis trupulleikum og sostatt stóð Stjørnan við rygginum ímóti múrinum um hvat skuldi gerast. Gekk Stjørnan ikki inn fyri at útseta dystin, so bleiv Tjaldur helst dømt at tapa dystin umframt kanska ekskluderað úr kappingini. Av tveimum illum, valdi Stjørnan so at geva Tjaldrinum tann gestus at útseta dystin.




