Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hondbóltsgallakvøldið á ótruliga lágum støði

John William Joensen

sigur formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragnarsson, sum vísir til at hóast Stjørnan vann baði lands- og steypakappingina var tað næst niðasta felagið, sum fekk flestu premiurnar frá hondbóltssambandinum og dómarafelagnum

Stjørnan vann alt sum var at vinna í hondbóltskappingini í ár. Tær struku av stað við baði meistaraheitinum og steypinum og fjølmiðlarnir kappast um at rósa Stjørnuni.



Men leygarkvøldið skipaði Hondbóltssambandið og Dómarafelagið fyri Gallakvøldið og har vóru heiðursmerki deild út til ársins leikarar, venjarar og mangt annað.



Men tá allar heiðurspremiurnar vóru deildar út var bert ein til Stjørnuna, og stóri skorarin var næst aftasta liðið í kappingini STÌF.







Skelkaður formaður



Formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragnarson er skelkaður.



– Vit fegnast sjálvandi um at Una Olsen gjørdist ársins verjuleikari, men at vit als onga annan heiður fingu var undir alt lágmark.



– Sum eg skilji so eru tað venjararnir og liðskipararnir hjá ymsu feløgunum, sum hava atkvøtt, og tað sigur ikki so lítið um hvat tað er fyri mura og seriøsitetur sum býr í okkara kappingarneytum.



– At næst aftasta leiðið í deildini skal vinna flestu premiurnar meðan meistararnir og steypavinnararnir bert fáa tilluta eina premiu er so lagt úti – men vísir samstundis hvussu óseriøst dómarafelagið og hondbóltssambandið er.



– Eg havi gjørt klárt at Stjørnan ikki aftur fer at luttaka til Gallaveitsluna hjá hondbóltinum, tí vit kunnu ikki standa modell til slíka eyðmýking.



– Hetta var eitt stórt komediuspæl har nøkru feløg – ellari rættarisagt – persónar – hava sligið seg sæman fyri at stemma Stjørnuna út.

Harleywoodpaint