Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hondbóltslandsliðið tapti stórt

Oliver Joensen

Føroyska manslandsliðið í hondbólti spældi dyst í Kí-høllini í kvøld ímóti Team Helsinge. Føroyingarnir taptu stórt 28-17.

Dysturin ímillum føroyska landsliðið í manshondbólti og Team Helsinge varð helst lagdur í Klaksvík, tí roknað var við nógvum áskoðarum, men bert umleið 150 áskoðarar møttu til dystin. Hetta helst orsakað av at vit í Klaksvík ikki hava havt eitt manslið í hondbólti í skjótt nógv ár.
Team Helsinge legði hart út ímóti okkara A-landsliði í hondbólti. Tá brígslað varð til hálvleiks var støðan 15-6 til danir.
Í seinna hálvleiki gekk meira javnt á, kanska tí at danir longu tá høvdu trygga leiðslu og dysturin endaði við úrslitinum 28-17 til Team Helsinge.
Dystur verður aftur ímillum liðini í Vestmanna í annaðkvøld.
Tað var ein uppliving at síggja danir í leiki í KÍ-høllini. Danir vístu hondbólt á sera høgum støði, sjálvt um Team Helsinge liggur í tyngru hálvuni í bestu deildini í Danmark.