Í morgun var A-landsliðið hjá monnum í hondbólti og vitjaði á Skúlatrøð. Tað serliga við landsliðnum er, at teir skulu við til EM-endaspælið, sum verður í Týsklandi í januar.
Skúlaflokkarnir vóru samlaðir í miðhøllini fyri at taka ímóti hópinum, og Helgi Hildarson Hoydal segði nøkur orð við stóru fjøldina, áðrenn skipað var fyri, at leikarar og onnur í hópinum skrivaðu autografar.
Fleiri av næmingunum og starvsfólk við vóru væl fyrireikað og høvdu latið seg í nýggju blusuna, har onkur autografur varð áskrivaður. Eisini sóu vit, at næmingar høvdu nýggjar hondbóltar, sum teir ynsktu at fáa autografar skrivaðar á.
Bókasavnið fekk eisini autografar, tí tað er nevniliga ein bók útgivin um Elias á Skipagøtu, og hetta var eitt gylt høvi at fáa hansara autograf í bøkurnar.
Ein vitjan sum hendan skapar heilt víst áhuga fyri A-landsliðnum og fyri dystunum til EM-endaspælið. Hetta ger óivað eisini, at fleiri av okkum á Skúlatrøð fara at fylgja við dystunum, tá teir spæla.
Fyrireikingardystir verða móti Belgia fríggjadagin 5. januar og leygardagin 6. januar í Høllini á Hálsi, báðar dagarnar kl. 19.30.
Annars, so sær leikskráin hjá Føroyum soleiðis út til EM-endaspælið:
- Hósdagin 11. jan kl. 17.00 Slovenia – Føroyar
- Leygardagain 13. jan kl. 19.30 Føroyar – Noreg
- Mánadagin 15. jan kl. 17.00 Pólland – Føroyar
Vit á Skúlatrøð fara at heppa á føroyska A-landsliðið og ynskja teimum góða eydnu til EM-endaspælið í Berlin í Týsklandi.

































