Í gjár, fagnaðu danir EM vinnarunum í manshondbólti. Tá vit komu framvið á Ráðhúsplássinum tíðliga seinnapartin var rigga til har.
Tað bar so á, at vit skuldu flúgva heim úr Keypmannahavn í gjár og tíðin passaði so, at vit fingu móttøkuna í Kastrup við.
Tað fyrsta vit løgdu til merkis, tá vit skuldu heim, var øll stákanin á Ráðhúsplássinum. Har var ein rúgva av traillarum við sendi og myndaútgerð og harafturat ljóðanlegg og tað sum har tilhoyrir. Balkongin á Ráðhúsinum var eisini snolla til.
Úti í Kastrup var hópur av fólki samankomið at fagna leikarunum á danska manshondbóltsliðnum tá teir komu heim aftur úr Lillehammer sum evropameistarar. Tað mundi vera fáur, ið spáddi teimum henda stóra tittul áðrenn kappingin byrjaði.
Hóast vit bert høvdu eitt lítið myndatól við, so eydnaðist tó at fáa nakrar myndir av stóru løtuni í Kastrup.
Vit lata myndirnar tala og ynskja dønum tillukku við meistaraheitinum.




