Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hondbóltsvenjingin byrjar aftur

John William Joensen

Nú summarið er farið, og summarítrótturin av álvara er farin at halla, tekur vetrarítrótturin við.

Ein av sera væl umtóktu vetrarítróttargreinunum er hondbóltur. Frá Stjørnuni frætta vit, at venjingarnar hjá teimum yngru so smátt eru byrjaðar, men at kraft av álvara verður sett á venjingarnar frá komandi viku.

Stjørnan kemur í vetur at hava 11 lið við í hondbóltskappingini fyri gentur og kvinnur, t.v.s. at umleið 150 ungdómar verða aktivir, og tað er ikki so lítið.

Hetta setur stór krøv til felagið hvat viðvíkur venjarar og hjálparfólk, og hevur roynt at fyrireika seg væl.
Sum nevnt, so byrja venjingarnar av álvara í komandi viku, og vónar Stjørnan at undirtøka verður góð. Venjingartíðirnar eru lýstar aðrastaðis í blaðnum í dag.