Nú tað styttist til vetrarítrótturin fer í gongd, boðar Stjørnan frá, at venjingarnar hjá yngru liðunum byrja hósdagin. Veningartíðirnar hanga uppi í skúlunum og í KÍ-høllini
Tað er ein mánaði síðani at kvinnurnar hjá Stjørnuni byrjaðu at venja undir leiðslu av Morten Hust Petersen. Sum skilst, so hava venjingarnar gingið væl. Hópurin er nakað broyttur í mun til seinasta ár. Onkur av stuðulsleikarunum, sum var við seinasta ár, er ikki við í ár, men liðið hevur fingið styrk við rumenskum leikara og øðrum royndum heimliðum leikarum, og ungu leikarnir eru blivnir eitt ár eldri, og hava verið sera hugaligir til venjingar. Samanumtikið kann sigast, at hópurin sær rættiliga spennandi út.
Sum nevnt, so verður lagt til brots við teimum ungu nú, og byrja venjingarnar hósdagin (í morgin). Venjingartíðirnar eru at síggja í skúlunum og í KÍ-høllini.




