Tjaldurskvinnur fingu ikki eitt bein til jørðina, tá tær í KÍ-høllini sunnudagin skuldu royna at fáa revancu eftir tepra tapið móti Stjørnuni fyri viku síðani. Stjørnan setti seg á dystin beinanvegin, og vann sannførandi 33-19.
Eftir at Tjaldur hevði verið á odda 1-0 og 2-1, tók Stjørnan yvir og sat á dystinum, tað sum eftir var, talan var snøgt sagt um klassamun á liðunum.
Verjuparturin hjá Stjørnuni riggaði til fulnar. Taktikkurin var, at Danijela skuldi dekka offensivt mitt fyri og órógva uppspælið hjá Tjaldrinum til stórskjúttarnar Melicia Ergic og Lenka Ribaric, og vísti Tjaldur seg ikki at hava nakað móttrekk til taktikkin hjá Stjørnuni.
Eisini álopið hjá Stjørnuni gekk væl henda dagin. Stjørnan leikti við nógvari ferð og við hugflogi yvir spælinum, og hóast útlendsku leikararnir hjá Stjørnumi Danijela og Natasha stóðu fyri nærum helminginum av málunum hjá heimaliðnum, so var vert at bíta merki í, at heilir 9 leikarar hjá Stjørnuni komu á málskjúttaralistan, serliga stuttligt var at síggja unga leikaran Davinu Sundskarð, sum fimm ferðir smekkaði bóltin í kassan hjá mótstøðuliðnum.
Bára við aftur
Ein av meira royndu leikarunum, sum ikki hevur verið við á liðnum hjá Stjørnuni higartil í hesum kappingarárinum, er Bára Skaale (nú Skaale Klakkstein). Hon hevur verið burturstødd, men er komin heimaftur, og var við aftur á liðnum sunnudagin. Tað er ongin ivi um, at hon við sínum drúgvu royndum og stríðsvilja, er ein styrkur fyri liðið.
Við sigrinum á Tjaldrinum hevur Stjørnan nú 9 stig, og liggur á fjórða plássi, bert eitt stig aftanfyri VÍF og StÍF, sum eru jøvn við 10 stigum, men Stjørnan hevur leikt ein dyst minni. Á fyrsta plássi liggur VB við 14 stigum. Næsti dystur hjá Stjørnuni verður í Vestmanna móti VÍF.
Málini í dystinum móti Tjaldrinum skutu: Danijela 10 (4), Natasha 6, Davina 5, Bára 3, Rannvá 2, Irdi 2, Súsanna 1, Gunnvør 1 og Maria 1.




