Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hondbóltur: 1.deild kvinnur: Skrædl í Vestmanna

Oliver Joensen

Sum gongdin hevur verið seinastu dystirnar, so vóru vónirnar hjá Stjørnuni góðar undan dystinum móti VÍF seinasta leygardag. Men Stjørnan kom í eitt rættiligt ódnarveður í Vestmanna og tapti dystin 26-12.

Sum nevnt, so vóru vónirnar góðar hjá Stjørnukvinnunum undan dystinum, men tá leikandi venjarin Danijela bráddliga hósdagin í farnu viku mátti fara heim til Jugoslavia orsakað av sjúku í familjuni, broyttust fortreytirnar hjá Stjørnuni rættiliga nógv til tað verra.
Danijeela hevur jú verið toppskjútti í næstan hvørjum dysti, umframt at hon er ein ógvuliga sentralur leikari, bæði í verjuni og í álopinum. At Danijela ikki var við, hevði við sær, at Stjørnan mátti umskipa liðið, og tað er lættari sagt enn gjørt við so stuttum skiðbráði.
Tað gekk javnt á tað fyrstu løtuna, har bæði liðini brendu upplagdar málmøguleikar, m.a. brendi Stjørnan tvey brotskøst, men so fekk VÍF hol á, og so gekk tað skjótt. Tað skuldu ganga 20 minuttir, áðrenn Stjørnan fekk sítt fyrsta mál, tá hevði VÍF fingið 12.
Hálvleiksstøðan var 15-4.
Hóast dysturin í veruleikanum var avgjørdur, so høvdu Stjørnukvinnurnar ikki heilt givið upp.
Møguliga slakaði VÍF nakað í seinna hálvleiki, men Stjørnan stríddist fyri at avmarkað tapið, og eydnaðist tað nøkunlunda. Úrslitið av seinna hálvleiki var 11-8 til VÍF, og endaliga úrslitið av dystinum gjørdist 26-12 til VÍF.
Hetta man vera vánaligasti dysturin hjá Stjørnuni í mong ár, men tað hevði eisini partvís sínar orsøkir. Tað er ikki annað hjá Stjørnuni at gera, enn at gloyma dystin og brynja seg út til næsta dyst.