Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hondbóltur: A-landsliðið spælir í Klaksvík í kvøld kl. 19

Jóhann Lützen

Kvinnurnar spæla venjingardyst móti Svøríki b í Badmintonhøllini í kvøld

 

 

Í samband við at A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla EM endakapping í Basel í Sveits í næsta mánaði, spælir Føroyar venjingardyst móti Svøríki b í Badmintonhøllini í Klaksvík í kvøld kl. 19.00

Dyrnar lata upp kl. 17.30

Føroya Banki skipar fyri spennandi upphiting fyri børnum í Kí-høllini frá kl.17.30.

Atgongumerki kann keypast við dyrnar (ikki í forsølu)

Prísir:

  • Børn undir skúlaaldur – ókeypis
  • Børn í fólkaskúla – 30 kr
  • Vaksin – 100 kr

Ingongdin er millum hallirnar

Parkering sæst niðanfyri. 

P1 Millum hallirnar er inngongdin. Tit kunnu parkera millum Badmintonhøllina og svimjihøllina

P2 Tað “gamla” parkeringsøki við vøllin. Her er nú rudda eitt sindur og er pláss fyri fitt av bilum. Her skal man ganga gjøgnum trappurnar til KÍ høllina – sí reyða striku. Møguleiki er eisini at ganga til Svimjihøllina.
Møguleiki er eisini at parkera við Tekniska skúla – TSK.