Seinasta vikuskifti hevði Stjørnan stóra steypakapping í Kí Høllini. Kappingin var fyri dreingir 10 ár og vóru tað tilmelda 17 lið.
Hetta er ein afturvendandi kapping og er ferðasteyp til kappingina. Ferðasteypið er latið av Faroe Salmon. Eisini vóru heiðursmerkir latin trimum teimum bestu liðiunum.
Kappingin byrjaði kl. 9.00 um morgunin og var liðug kl. 17.00 Og vóru tað dreingirnir hjá VÍF í vunnu. Kyndil bleiv nummar tvey og gjørdist dreingirnir hjá Stjørnuni nr. trý, og var hetta eftir ein sera spennandi dyst. Venjari hjá Stjørnudreinginum er Óli M. Lassen
Gentur 10 vunnu steypakapping í Tórshavn
Genturnar hjá Stjørnuni vunnu steypakappingina í Tórshavn. Hetta var ein kapping ið Kyndil skipaði fyri og vóru tað 15 lið við í kappingini. Stjørnan var í finaluni móti Tjaldur og vunnu tær 6-2. Nummar trý gjørdist STÍF A. Venjari hjá Gentum 10 ár er Geir Wardum og Maria Ziskason
Fleiri ungdómslið hjá Stjørnuni hava útlendskar venjarar
Leiðsla felagsins hevur lagt orku í at fáa munadygga venjing til yngru deildirnar og hava vit fingið okkara útlendsku fyrstudeildarleikarar at venja fleiri ungdómslið. Danijela og Fróði Baldvinson taka sær av venjingini hjá dreingir 16 og Natasa og Kristin taka sær av gentum 12. Agne og Berlina venja gentur 14 og 16. Hetta meta er við til at hækka hondbóltsstøðið í Klaksvík munandi og vóna vit at felagið framhaldandi hevur orku til at gerða eitt munagott ungdómsarbeiðið.




