Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HONDBÓLTUR: Tað gekk ikki ímóti VÍF

John Færø

Vónirnar hjá 1. kvinnuliði hjá Stjørnuni vóru hampuligar undan dystinum móti VÍF seinasta leygardag, og tá nærum trý korter vóru leikt av dystinum, var lítil og ongin munur, men so skrædnaði hjá Stjørnuni, og endin varð, at VÍF vann dystin 20-16, eftir hálvleiksstøðuna 7-7.

Dystirnir millum 1. kvinnuliðini hjá Stjørnuni og VÍF hava seinnu árini mangan verið sera javnir og spennandi, men við teirri frágongd sum hevur verið á Stjørnuliðnum, so vóru fortreytirnar hjá teimum ikki tær bestu, tá tær á heimavølli skuldu hitta VÍF. Hóast hetta, so var byrjanin góð hjá Stjørnuni, tær tóku leiðsluna beinanvegin, og høvdu eisini leiðsluna meginpartin av fyrra hálvleiki, tó eydnaðist tað VÍF at javna til 7-7 beint fyri hálvleik.
Serliga var tað verjan hjá Stjørnuni við Unu Olsen nakað frammi, sum fungeraði væl í fyrra hálvleiki.
Tað gekk eisini javnt á teir fyrstu 10 min. av seinna hálvleiki, men so skrædnaði hjá Stjørnuni. Stjørnan hevði í hálvleikinum broytt eitt sindur uppá verjuna, nú var tað leikandi venjarin Danijela sum dekkaði framm í staðin fyri Unu, og tað kom hon ikki eins væl frá sum Una.
Eftir okkara metan lá Daniela ov langt frammi, og hevði tað við sær, at tað gjørdist alt ov opið á miðjuni, og hetta megnaðu VÍF kvinnurnar at útnytta, og spældu seg í gjøgnum á miðjuni.
Samstundis gekk tað sera striltið hjá Stjørnuni at skora.
Tá uml. 20 min. vóru leiktir av seinna hálvleiki, hevði VÍF vunnið sær eina leiðslu uppá 6-7 mál, og dysturin var so gott sum avgjørdur, men tað eydnaðist Stjørnuni tað seinastu løtuna, at pynta um úrslitið, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 20-16 til VÍF. Størsti trupuleikin hjá Stjørnuni er, at liðnum væntar ein rættiligan langskjútta, hóttanin útifrá er ov lítil, og tað ger, at tað er ov lætt hjá mótstøðuliðnum at verja.
Ein munur, sum eisini var á liðunum leygardagin, var tann, at VÍF liðið vísti seg at vera í betri venjingarstøðu enn heimaliðið.
Málini hjá Stjørnuni skutu: Danijela 6 (2), Natasja 6 (2), Una 2, Súsanna 1, Jastrid 1 og Gunnvør 1.