Í kvøld kl. 18:00 verður spennandi dystur í Klaksavík, tá Team-Klaksvík møtir VÍF
Team-Klaksvík leikar ein týdningarmiklan dyst í dag, sunnudag, kl. 18:00 í KÍ-høllini, har mótstøðuliði er VÍF.
Liðini liggja á odda í deildini við fullum stigatali, so um klaksvíkingar vinna, er eitt stórt stig tikið til uppflyting.
Sum skilst, er VÍF er mannað av fyrrverandi toppspælarum í Føroyum, og eru hesir eisini komnir víðari í steypakappingini við at basa Kyndil úr 1. deild .
Ókeypis atgongd er til dystin, men tey, ið vilja stuðla Team-Klaksvík, kunnu koyra eitt oyra í bassarnir við dyrnar.




