John Petersen hugtók tá Team Klaksvík vann sín 3. dyst á rað
Team Klaksvík var sunnukvøldið styrkt munandi við tveimum sera kendum ítróttakempum, John Petersen og Jens Martin Knudsen, sum góvu liðnum eina eyka dimensión, sum styrkir vónirnar og vánirnar fyri uppflyting í 1. deild. Eiðismenn vóru sunnukvøldið á vitjan í KÍ høllini, og dysturin varð, sum væntað, lítið spennandi. Men teir umleið 100 áskoðararnir fingu, hóast sjálvskrivaða sigurin hjá Team Klaksvík, okkurt spennandi at síggja. John Petersen skaraði framúr John Petersen, sum í sínari tíð var ein av teimum heilt frægu hondbóltsleikarunum í landinum, leikti nevniliga fyri fyrstu ferð fyri nýggja klaksvíksfelagið. Og sum eitt yvirraskilsi, var Jens Martin Knudsen, sum eisini hevur eina fortíð sum ein av teimum frægu, komin við til dystin. Og tað sást beinanvegin, at serliga John Petersen, hevur dygdur sum fáur. Við hegni og snildi spældi hann eiðismenn um koll, og við góðari hjálp frá millum øðrum Dánjali, Allani og Jón, vísti hann eiðismonnum, hvar skápið skal standa. Team Klaksvík ongantíð hóttir Team Klaksvík fekk eina dreymabyrjan, og var eftir 6 minuttum á odda 4-0. EB royndi at svara aftur, men lítið hjálpti móti væl leikandi Bent Hansen í klaksvíksmálinum. Tá liðini fóru til hálvleiks var Team Klaksvík á odda við 15 málum ímóti 10. Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri. 6 minuttir og 4 mál, og hjá eiðismonnum var lítið annað at gera enn at taka ímóti. Tað, ið eftir var av dystinum tók Team Klaksvík sær av løttum, og nýtti høvið til at skifta nógvar leikarar inn. Team Klaksvík hevði ikki færri enn 12 útileikarar við til dystin, og venjarin metti, at skilabest var, at leikararnir skiftust so nógv sum gjørligt um at leika. Hettar hevði við sær, at spælið til tíðir tøktist nakað rótut, og tað skulu eiðismenn vera glaðir fyri. Dysturin endaði við einum 32-20 sigri til Team Klaksvík. Tvey altíð kærkomin stig, og ein sigur, sum uttan iva var 10 mál ov lítil. Fríðin Ziskason var væl nøgdur Heimasíðan www.team-klaksvik.com greiðir frá, at Fríðin Ziskason, leikandi venjari, var smílandi eftir dystin, og segði millum annað, at tað var stuttligt við eitt sindur av íblástri frá nýggjum leikarum, og segði seg vera stak væl nøgdan við liðavrikið. Hann segði, at tað týdningarmesta vóru tey tvey stigini, sum felagið fekk til høldar. Nú eru bert tríggir dystir eftir, og Fríðin vísti á, at tað er av stórum týdningi, at liðið heldur fram við síni sigursgongd, um liðið hjá flyta upp í 1.deild til komandi kappingarár. Fríðin nýtti eisini høvið til at takka áskoðarunum fyri holla stuðulin, og hevði eina serliga tøkk til børnini í dagstovninum Útistovu úti í Grøv, sum høvdu gjørt ein stóran Bassa, sum felagið tók í brúk til dystin. Málini hjá Team Klaksvík skutu: Allan Mørkøre




