Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hópuppsagnir í Almannaverkinum

Almannaverkið

Almannaverkið hevur í dag givið níggju starvsfólkum ætlanarskriv um uppsøgn, tí stovnurin tillagar og umraðfestir sítt virksemi. Uppsagnirnar raka størv í fyrisitingini og ávirka tí ikki tænasturnar til borgararnar beinleiðis.

Almannaverkiðhevur í dag givið níggju starvsfólkum ætlanarskriv um uppsøgn, tí stovnurin tillagar og umraðfestir sítt virksemi. Uppsagnirnar raka størv ífyrisitingini og ávirka tí ikki tænasturnar til borgararnar beinleiðis.

Stórar umskipanir eru farnar fram í Almannaverkinum, síðanNærverkið og Almannastovan vórðu løgd saman á heysti í 2012. M.a. var avgjørt í vár atstyrkja borgaratænasturnar, sum eru raðfestar høgt í samanlagda stovninum.

Játtanin til Almannaverkið í 2014 verður tann sama sum í 2013,og nú borgaratænasturnar eru uppraðfestar, mugu onnur økir niðurraðfestast, so stovnurinkann halda játtanina. Við uppsagnunum slepst undan eini meirnýtslu á 3,3 mió. kr. í 2014.

Uppsagnirnar raka í høvuðsheitum økir, sum í dag krevja færristarvsfólk enn áður, tí tøknin er ment, og tí lógarverkið er broytt soleiðis, at tørvur er áfærri fólkum at umsita tað. Tær eru tí eisini ein liður í at laga stovnin til nýggjar tíðir.

Í sambandi við umskipanirnar í Almannaverkinum hevur fleiri ferðirverið boðað frá innanhýsis, at umskipanirnar fóru at hava við sær tillagingar ívirkseminum. Tillagingin er sostatt partur av teirri gongd, sum hevur verið í umbúna.

Almannaverkið harmast um, at níggju fólk, sum hava tæntstovninum væl, mugu úr starvi, og takkar teimum fyri trúgva tænastu. Avvarðandi fakfeløg erukunnað um uppsagnirnar, og hini starvsfólkini á stovninum hava fingið kunning í morgun.

Vinarliga

Eyðun Mohr Hansen

virkandi stjóri

Almannaverkið