Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hópurin hjá Ferencváros er komin til Føroyar

Jákup Ósá

Tað hevur verið siðvenja síðstu árini, at ivamál hevur verið, um mótstøðuliðini hjá KÍ í altjóða dystum hava lent til tíðina. Fleiri dystir hava verið fluttir, tí flogførini ikki hava fingið lent til tíðina.

Í ár tók Ferencváros hædd fyri hesum og tók ferðina eitt døgn fyrr enn vanligt. Stórfelagið skrivar á síni heimasíðu, at hópurin lendi í Vága Floghavn kl. 16.00. Hópurin gistir í Havn. 

Dysturin verður týskvøldið kl. 19.45.