Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hópurin lendur í Riga – eitt sindur um Riga

Norðlýsið

Fólkatalið í Riga er gott 600.000, og er tað umleið triðingurin av samlaða fólkatalinum í Lettlandi, sum býr í høvuðsstaðnum. Riga er eisini størsti býur í øllum teimum trimum Baltalondunum, og sæð við KÍ-brillum, verður Riga FC mett at vera besta liðið av øllum fótbóltsliðum í Baltalondunum.

Áðrenn fráferð úr Føroyum varð tikin ein liðmynd av KÍ hópinum, ið nú er lendur í høvuðsstaðnum í Lettlandi, sum ber navnið Riga.

Fólkatalið í Riga er gott 600.000, og er tað umleið triðingurin av samlaða fólkatalinum í Lettlandi, sum býr í høvuðsstaðnum. Riga er eisini størsti býur í øllum teimum trimum Baltalondunum, og sæð við KÍ-brillum, verður Riga FC mett at vera besta liðið av øllum fótbóltsliðum í Baltalondunum.

Býurin er kendur fyri ríkt mentanarlív, og hevur millum annað verið kosin “Capital of Culture” í 2014 saman við Umeå í Svøríki. Býurin verður eisini sagdur at vera ein av lívligastu býunum í Baltalondunum, og er nógv merktur av søguliga sterku bondunum til Týsklands. Hetta sæst aftur í byggistíli, klædnastíli, og at týsk ferðafólk vanliga vitja nógv í býnum.

Býurin varð settur á stovn í 1201, og er ein av Hansabýunum, ið høvdu serligt handilssamband og stóra politiska ávirkan.

Hósdagin kl. 19:00 spælir KÍ, og komandi dagarnar fara vit at fáa samrøður við onkrar av leikarunum og álitisfólkunum í KÍ.