Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hóraldur granskari glíður í lýsinum

Oliver Joensen

Margháttliga “vísindaliga” greinin hjá Hóraldi hevur fingið menn at taka blaðið fará munninum. Her er ein viðmerking.

Livur, peningur og gransking.

Sat og grundaði, eftir at hava lisid grein í Sosialinum eftir Hórald Joensen, um livrina og pening til gransking.

Vestantil á Hálgafelli er øki, har berjalyngur veksur, mett á leið 1 ferkilometur til stødddar.

Minnist sum smádrongur hugaligar og hugnaligar løtur summarkvøld saman vid mammu og húskinum annars á ferð vesturum at "henta ber".

Vit óvitar vóru kanska ikki altíð so hugaligir at "henta", men minnist meg fáa væl uppí tóma turrmjólkablikkið, og tá so fongurin hjá øllum húskinum var samlaður saman í rúgvu, var mjólkaspannin meir enn hálvfull.

Set fyri at hvør fermeturin gevur 250 gram av berum, ja, so vaksa umleið 250.000 kilo av berum har.

Keypti "súltutoys-glas" í handlinum um dagarnar fyri 24.90 kr. fyri 900 gramm. Hetta hevði sostatt givið 250000*24,90/0,9 = 6.916666 krónur í útflutningi. Ikki um at tala, um 100 slík økir eru her á landi, ja, so vóru vit uppi á eini 691.666666.- krónur í útflutningi.

Hvussu tølini á botnlinjuni hjá vinnufyritøkuni í slíkari vinnu høvdu sæð út, er av sjálvsøgdum orsøkum ikki tikið við.

Tad eru sjálvandi fleiri onnur líknandi dømir, so sum eitt nú ótroyttu fiskasløgini : Mars-flugan og Tarabrosman. Bæði full av proteinum og óivað av lekjandi og stimbrandi evnum úr taranum eisini.

Vit vita, at hvør tablettin av Longo Vital kostar umleið 0,50 kr, so undir hvørjum steini í sjóvarmálanum runt landi eru um 8 til 10 krónur bara í Marsflugum.

Fekst ein tablet úr hvørjari Mars-flugu, gav hetta óivað so stórt íkast til landsbúskapin, at vit kundu lagt allan fiskiflotan.
Heldur ikki her er búskapurin hjá vinnufyritøkuni tikin við. Tað er við vilja

Vælsignaðir menn, sum hava skil fyri livra-søguni, sigið okkum frá henni. Frá tíðini, tá menn tveittu sjeklar í kvørnina umborð á Portugisarunum fyri at fáa tveir menn eyka til at flekja og fáa fiskin undan, tí at mjøl og lýsi kortini ikki eingang kláraði at gjalda flutnings gjaldið úr Grønlandi niður á Meginlandi, til støðuna í dag, so vit einaferð með alla kunnu sleppa undan at hoyra og lesa slíkt svass í fjølmiðlunum.

Eru sokallaðu granskararnir ikki komnir longri, so setið for ólukkan ongan pening av til gransking í Føroyum.

Vinarligast
Ásmundur Joensen