Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hørður H. Askham er ivasamur til 2019

Jákup Ósá

KÍ leikarin veit ikki enn, hvar hann spælir í 2019.

24 ára gamli Hørður H. Askham hevur seinastu tvey árini spælt við KÍ. Hann hevur ikki gjørt sáttmála fyri 2019 og tí spyrja vit, hvar hansara framtíð liggur.

– Eg havi ikki tikið nakra avgerð enn, og veit ikki heilt nær tað verður, tí har er nógv at taka støðu til. Eg trívist væl í KÍ, og eri øgiliga væl nøgdur við alt, tí har er einki at seta fingurin á. Vit hava tosað um ein nýggjan sáttmála, men eg havi ikki tikið støðu til nakað enn av persónligum orsøkum, sigur Hørður H. Askham við Norðlýsið.

 

Hørður býr í Tórshavn og velur hann ikki at halda fram í KÍ, so er upplagt, at hann fer at spæla í antin B36 ella HB í 2019.