Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hørður trívist væl á A-landsliðnum

Jákup Ósá

(Andorra) Hørður Askham er fyri fyrstu ferð við A-landsliðnum til undankapping.

Hørður Askham letur væl at fyrireikingunum hjá A-landsliðnum og vit spurdu hann eisini, hvussu hann helt tað hevði gingið hjá sær persónliga og um nógv umtala vøllin í Andorra, sum mong halda er so vánaligur.

– Tað hevur gingið fínt hjá mær undir venjing haldi eg sjálvur, sjálvt um teir yngru hava tapt hvørjaferð. Støðið er høgt undir venjing. Eg eri nokkso yvirraskaður av teimum, ið spæla uttanlanda, hvussu høgt støðið teir hava. Teir lyfta støðið nógv á venjingunum. Vøllurin er ikki so nógv annarleiðis enn vit kenna frá onkrum vølli í Føroyum. Um vit gera okkara besta, so gert ikki meir, segði Hørður Askham við Norðlýsið eftir seinastu venjingina hjá landsliðnum.