Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hornorkestur gera alt meira vakurt og hátíðarligt

Signhild V. Johannesen

Røðan hjá Signhild V. Johannesen, forkvinnu í mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs á Musikkstevnuni 2018 í Klaksvík

Góðan dag og vælkomin á musikkstevnu 2018 í Klaksvík!

Tað finst neyvan nakað meira jólaligt, enn tá hornini taka undir við “Gleðilig jól” í fullsettari kirkju.

Og onki boðar frá summar og stuttleika, betur enn trummutaktin til marchin á norðoyastevnu. 

Tað er tiltikið, at tónleikur kann framkalla heilt serligar kenslur í okkum. Soleiðis er tað í Klaksvík, og eg ivist ikki í, at tað eisini er so kring alt landið. 

Óansæð sjangru og ljóðføri, so gevur tónleikur nyttu, lærdóm og stuðul umframt sjálvsagdan stuttleika og vakurleika. 

Fyri meg hevur horntónleikur tó eitt heilt serligt pláss í hjartanum, og tað er eina Klaksvíkar hornorkestri fyri at takka. 

***

Tá ið orkestrið byrjar at spæla, lata slúsurnar upp.

Húð og sál taka ímóti, og alt kennist bara eitt sindur vakrari og meira hátíðarligt.

Tankarnir sleppa at sveima og kunnu bæði halda jól og summarstevnu innan fáar minuttir.

Alt hevur eina savnanadi effekt.

Frá trompet til tuba, allar støddir og hugsjónir kunnu vera við. Ymiskleikar verða skúgvaðir til viks, og øll kunnu ganga í takt og fylgjast sama veg.

***

Hesar løturnar mugu vit ongantíð taka fyri givið.

Hátíðardagar sum Grækarismessa, Flaggdagshald, jól, stevnur, ella tá ið okkurt ítróttarfelag ella persónar hava avrikað nakað serstakt.

Altíð vænta vit, at okkara lokala hornorkestur er til staðar og setur sín serliga dám á løtuna.

Og vit verða ongantíð svikin. Øll tit, sum brúka tíð og orku til venjing, møta so treystliga upp til hesi tiltøk, stóra takk fyri tað.

Á hvørjum ári verður Ársins rósa kosin og heiðrað í Klaksvík, og í fjør varð heiðurin á fyrsta sinni latin einum bólki ella felagsskapi, heldur enn ávísum einstaklingum. Ársins rósa gjørdist Klaksvíkar hornorkestur, og tað so hjartaliga uppiborið eisini.

Tí vit eru so hjartans glað fyri alt tað, tit gera fyri okkara samveru í lokalumhvørvinum.

***

Musikkstevnan er ein tiltikin og imponerandi siðvenja.

Á áttanda sinni verður stevnan hildin í Klaksvík, og við Klaksvíkar hornorkestri sum verti ivist eg ikki eina løtu í, at tit øll eru í góðum hondum.

Nýggj vinabond verða óivað knýtt, meðan verðandi verða røktað og uppfrískað. 

Hornblásarar eru víðagitnir sum festligt fólkaslag, sum dugir sera væl at vera saman í álvara og gaman. 

Tit avrika og vísa hvørjum øðrum, hvat tit hava at bjóða uppá, fyri síðan at møtast aftur í veitslulag.

Og júst tað er uppskriftin uppá eina fantastiska musikkstevnu, sum óivað fer at kasta fantastiskar løtur og upplivingar av sær.

Eg vil her at enda ynskja tykkum øllum eina góða stevnu við blíðskapi, gleði og stuttleika.

So hervið lýsi eg musikkstevnuna 2018 at vera setta!

Takk fyri.