Kaféin, sum er hvønn hósmorgun kl. 10 í Betesda, er altíð væl vitjað. Har leggur nógv fólk at landi og fær ein góðan drekkamunn, eitt gott prát og ein góðan sang afturvið
Kaféin, sum er hvønn hósmorgun kl. 10 í Betesda, er altíð væl vitjað. Har leggur nógv fólk at landi og fær ein góðan drekkamunn, eitt gott prát og ein góðan sang afturvið
Stundum koma eisini barnagerðar á gátt og so var eisini í morgun, har tann eina barnagarðsstovan var á vitjan.
Men eisini eitt størri ferðalag av Vesturstovu úr Fuglafirði hevði lagt sær leiðina til Klaksvíkar, og í hesum sambandi stukku tey inn á gólvið til eina hugnaløtu á Hósdags-kaféini í Betesda.
Av Vesturstovu vóru komin Karl Midjord, Margretha Mohr, Junker Midjord, Diana Klein, Petur Larsen, Sveinbjørn á Horni, Henny Petersen – og starvsfólk, sum vóru við á ferðini, vóru Daisy Erningsdóttir og Rakul Bærentsen
Eisini Signar á Brúnni og Zacharias Hammer tóku sær á løttum eina løtu í Betesda frá filmsarbeiði, teir fáast við.




