Tað er í einum dagførdum og dárandi sniði, at Hotel Hafnia aftur letur dyrnar upp og tekur ímóti gestum.
Hotellið hevur verið undir umvæling síðan á jólum, og letur nú upp aftur í einum inniligum og fjálgum samspæli millum samtíðina og søguríku fortíðina. Vitjanin og uppihaldið verður sermerkt við teimum bestu og mest framkomnu tænastunum og hentleikunum, samstundis sum tað er ein hendingarík ferð aftur í tíð.
Umvælingin og dagføringin ber við sær, at Hotel Hafnia fær eina stjørnu afturat og er nú eitt fýrastjørna hotell. Umframt tað fær Hotel Hafnia umhvørvisgóðkenningina “Green Key”.
Á Hotel Hafnia eru 79 kømur við nýggjum útbúnaði, skjóttgangandi interneti og stroymingartænastuni Chromecast. Umframt tað eru 4 smáttur sum hóska sera væl til familjur, matstova, kafé, hitarúm, og stór og smidlig fundarhøli.






