Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hótta við samgonguslitið fyri aðruferð

John William Joensen

Heðin Mortensen váttar í tinginum í kvøld at hann er hóttur við samgonguslitið verður uppskotið um broytingar í hjúnabandslógini felt í kvøld. – Eg latið meg tó ikki hótta, segði Heðin Mortensen, sum hevur skotið upp at uppskotið verður sent til fólkaatkvøðu.

Heðin Mortensen váttar í tinginum kvøld at hann er hóttur við samgonguslitið verður uppskotið um broytingar í hjúnabandslógini felt í kvøld. – Eg latið meg tó ikki hótta, segði Heðin Mortensen, sum hevur skotið upp at uppskotið verður sent til fólkaatkvøðu.

Hetta er longu aðruferð at tingfólk eru trýst við samgonguslitið. Seinast var tá royndar uppboðsølan var til viðgerar í løgtinginum og Kristin Michelsen varð trýstur uppá “pláss”.

Tingfólk ráða sær sjálvum, men tey mugu altíð gera sær eina meting av um mál eru verd eitt møguligt nýval. Hetta helt Kristin Michelsen ikki í samband við royndaruppboðsøluna, men spurningurin er hvørjar metingar Heðin Mortensen ger sær í løtuni. Greitt er tó at hann fer ikki at atkvøða ímóti uppskotinum um broytingar í hjúnabandslógini, men stóri spurningurin er um Kristin og Heðin fara at atkvøða fyri.