Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høvdavirkið byggir seg uppaftur

Helgi Abrahamsen

PF Faroe Marine Products – betur kent sum Høvdavirkið í Leirvík, arbeiðir í løtuni við at fáa ferð aftur á framleiðsluna á virkinum.

PF Faroe Marine Products – betur kent sum Høvdavirkið í  Leirvík, arbeiðir í  løtuni við at  fáa ferð aftur á  framleiðsluna  á  virkinum.

Umleið 60 fólk starvaðust á  Høvdavirkinum fyri einum ári síðani, tá stóra framleiðslan var turkaði høvd, sum vórðu seld til Nigeria. Men tá oluprísirnir lækkaðu, minkaði keypiorkan í afrikanska landinum, og hetta merktist væl á Høvdavirkinum, har størsti parturin av starvsfólkunum mistu arbeiðið.

“Tað koyrir framvegis tungt í Nigeria, men tær vørurnar sum geva besta prísin, kunnu vit framleiða” sigur Eirikur á Húsamørk. “Tað er so frægt, at tað ber til at halda maskinurnar koyrandi, men tað kastar einki av sær,” sigur hann.

Men Faroe Marine Products framleiðir eisini aðrar vørur enn turkaði høvd. Í longri tíð hava tey framleitt “Pet food” ella djóðrafóður, sum verður útflutt til Týsklands og Skandinavia, og eisini verður arbeitt við eini ætlan um at framleiða lýsi.

“Tær royndarkoyringarnar byrja nú,” sigur Eirikur á Húsamørk.

Spurdur nær full ferð verður aftur á virkinum, sigur Eirikur, at tað er trupult at siga, men tað má taka sína tíð.

Í løtuni arbeiða eini 15 – 20 fólk á Høvdavirkinum.

Harleyfacadeacryl