Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høvuðsritgerð um heilakyknur hjá grindahvali

John William Joensen

Mikudagin áðrenn Kristi himmalsferðardag vardi Heidi S. Hansen sína MSc serritgerð í lívfrøði, og er hon samstundis tann fyrsta sum hevur fingið eina MSc í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.

Mikudagin áðrenn Kristi himmalsferðardag vardi Heidi S. Hansen sína MSc serritgerð í lívfrøði, og er hon samstundis tann fyrsta sum hevur fingið eina MSc í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.

Heidi hevur kannað grindaheilar, hon hevur greinað talið av heilakyknum við kanningarhátti sum nevnist stereologi, og hetta er fyrstu ferð, at heilin hjá grindahvali er lýstur í vísindaligum høpi.

Kanningarnar eru gjørdar í samstarvi við heilagranskararnar, Bente Pakkenberg og Nina Eriksen á Bispebjerg Hospitali. Kannaðu grindaheilarnir vórðu fingnir til vega í grindini í Gøtu 28. mai 2011.

Høvuðsvegleiðari á Fróðskaparsetri Føroya var Svein-Ole Mikalsen, og Heidi hevur húsast á Umhvørvisstovuni meðan hon skrivaði høvuðsuppgávuna, har Maria Dam hevur verið vegleiðari.

Nils Øin, hvalagranskari á Havforskningsinstituttet í Bergen, var próvdómari.

Heitið á MSc ritgerðini er “The cerebral cortex of the long-finned pilot whale”, og í løtuni verður skrivað grein til altjóða tíðarrit, so at aðrir granskarar kunnu kunna seg um tey sera áhugaverdu úrslitini, sum Heidi fann fram til.

Heidi starvast deildini Vernd á Umhvørvisstovuni, og vit ynskja henni tillukku við loknu útbúgvingini.

Í samband við próvhoyringina, skipaði Náttúruvísindadeildin fyri gestafyrilestrum, har Bente Pakkenberg og Nils Øien greiddu frá parti av sínum granskingararbeiðið, og vóru hetta tveir sera áhugaverdir fyrilestrar. Les meira her